- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov spentur at fiska
Ov spentur at fiska
Nógvur fiskur var at fáa, og tí var skiparin ov seinur at venda burtur frá Flesjunum

Arun sleipaði Dragan inn á Toftir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
23.09.2024 - 20:04
Tað sigur Poli Mikkelsen, skipari á skúlaskipinum Draganum.
11 børn úr 6. flokki úr Frískúlanum Kelduni vóru umborð, tá skipið rak á Flesjarnar fyrr í dag.
Skúlastjórin í Frískúlanum Kelduni vil ikki úttala seg til útvarpið. Men í eini viðmerking verður sagt, at hendigin var skelkandi fyri børnini, men eingin fekk nakran kroppsligan skaða. Í morgin fáa børnini bjóðað kreppuhjálp.
Dragin_skipari
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV