30.300 fólk høvdu arbeiði 1. juli

30.300 fólk høvdu arbeiði 1. juli
60 prosent av kvinnunum arbeiða hjá tí almenna. 70 prosent av monnunum hava privatan arbeiðsgevara
Í juli høvdu knappliga 15.600 menn og 14.800 kvinnur arbeiði. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
02.09.2024 - 08:25

1. juli høvdu 30.323 fólk í Føroyum arbeiði.

Tað eru 300 fleiri enn 1. juli í fjør.

Vøksturin er eitt prosent, skrivar Hagstovan.

Í juli høvdu knappliga 15.600 menn og 14.800 kvinnur arbeiði.

 

Størri vøkstur hjá kvinnum

Vøksturin hjá kvinnum er størri enn hjá monnum. Hann er hálvtannað prosent hjá kvinnum og hálvt prosent hjá monnum. 

2000 arbeiðsgevarar eru í Føroyum. 

60 prosent av kvinnunum arbeiða hjá tí almenna.

70 prosent av monnunum hava privatan arbeiðsgevara.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109