Seks uppskot um goymsluhøli hjá Tjóðsavninum

Seks uppskot um goymsluhøli hjá Tjóðsavninum
Staðsetingarnar av innkomnu uppskotunum eru ymsastaðni í landinum
Goymslan hjá Tjóðsavninum hevur fingið staðfest blámusopp, sum er skaðiligur fyri forngripirnar. 
 
30.08.2024 - 08:11

Landsverk hevði fingið seks uppskot um hølir til fyribils goymslu hjá Tjóðsavninum, tá freistin at bjóða fór seinnapartin mánadagin.

Goymslan hjá Tjóðsavninum hevur fingið staðfest blámusopp, sum er skaðiligur fyri forngripirnar. 

Tí mugu allir forngripir reinsast og flytast á nýggja goymslu skjótast gjørligt.

Staðsetingarnar av innkomnu uppskotunum er ymsastaðni í landinum, og fevnir tað bæði um eldri og nýggjar bygningar. Harumframt er eitt tilboð um at byggja nýggj høli til goymsluna.

Nú verður hugt nærri at uppskotunum, prísinum og bygningunum. 

Tilboðini verða vektað eftir staðseting, stødd og møguleikum fyri at innrætta leigumálið, atkomuviðurskifti, parkeringsviðurskifti og nær leigumálið væntandi kann vera tøkt.

Goymslan skal vera 500 til 1.000 fermetrar og minst tríggjar metrar høg.

Har skulu tvey ella trý fólk arbeiða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109