Biðja um tilboð um goymslu til Tjóðsavnið

Biðja um tilboð um goymslu til Tjóðsavnið
Goymslan skal vera 500 til 1.000 fermetrar og minst tríggjar metrar høg
Tjóðsavnið í Hoyvík.
 
21.08.2024 - 08:10

Landsverk biður nú um tilboð frá teimum, sum vilja leiga Tjóðsavninum goymslu.

Freistin at koma við tilboði er stutt. Hon er til 26. august, og tá vera tilboðini eisini latin upp.

Vinnarin verður tó ikki kunngjørdur fyrr enn 30. september.

 

Blámusoppurin er skaðiligur fyri forngripirnar. 

 

Blámusoppur   

Goymslan hjá Tjóðsavninum hevur fingið staðfest blámusopp. Hann er skaðiligur fyri forngripirnar. 

Tí mugu allir forngripir reinsast og flytast á nýggja goymslu skjótast gjørligt.

Tilboðini vera vektað eftir staðseting, stødd og møguleikum fyri at innrætta leigumálið, atkomuviðurskiftum, parkeringsviðurskiftum, og nær leigumálið væntandi kann vera tøkt.

Goymslan skal vera 500 til 1.000 fermetrar og minst tríggjar metrar høg. Har skulu tvey ella trý fólk arbeiða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109