Sjóvinnustýrið fær upplýsingar um vitar og sjóuppmerking

Sjóvinnustýrið fær upplýsingar um vitar og sjóuppmerking
Føroyar hava fingið limaskap í IALA-felagsskapinum
Tá Føroyar yvirtóku málsøkið vitaverk og sjóuppmáting 1. juni, søkti Sjóvinnustýrið alt fyri eitt um fullan limaskap í IALA. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.07.2024 - 08:43

Føroyar eru vorðnar limur í IALA felagsskapinum, tað er International Association of Marine Aids to Navigation and Lighthouse Autorities.

Tá Føroyar yvirtóku málsøkið vitaverk og sjóuppmáting 1. juni, søkti Sjóvinnustýrið alt fyri eitt um fullan limaskap í IALA. 

Og hann hava Føroyar nú fingið.

Føroyar sleppa fram at nógvum skjølum og leiðbeiningum um, hvussu vitar og sjóuppmerking skulu umsitast. 

Eisini er atgongd til skeið, ráðstevnur, førleikamenning, tøkniliga tænastuveiting og ráðgeving og onnur tiltøk.

Men treytir eru við limaskapinum. 

Føroyar binda seg til at brúka, seta í verk og halda standardar, leiðbeiningar og tilráðingar frá IALA. 

93 limir eru í IALA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109