Nýggjur fíggjarleiðari í Vága kommunu

Nýggjur fíggjarleiðari í Vága kommunu
Fía Selma Nielsen tekur við starvinum 15. august
Fía Selma Nielsen hevur seinastu 12 árini verið í leiðarastarvi í Betri Banka. Hálvan august tekur hon við starvinum sum fíggjarleiðari í Vága kommunu. (Savnsmynd)
 
03.07.2024 - 11:11

Fía Selmu Nielsen er sett í starvið sum fíggjarleiðari í Vága kommunu.

Albert Thomassen, sum hevur verið fíggjarleiðari í 33 ár, hevur gjørt av at gevast.

Ein samd fíggjarnevnd í Vága kommunu mælti til at seta Fíu Selmu Nielsen í starvið sum fíggjarleiðari.

Hon byrjar 15. august.

Fía Selma Nielsen kemur úr Betri Banka, har hon seinastu 12 árini hevur verið leiðari.

Hon hevur ábyrgd av starvsfólkum og rakstri. 

Í hesum sambandi hevur hon eisini verið partur í leiðslubólkinum í bankanum síðani 2019.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109