- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsfelagið umhugsar samhugaverkfall

Hósdagin fer Starvsfelagið at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum og um felagið skal fara í samhugaverkfall við arbeiðarafeløgunum..
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sigur við heimasíðuna dimma.fo, at fara tey í samhugaverkfall, verður helst talan um 24 tíma samhugaverkfall, sum skal boðast frá 48 tímar frammanundan.
Talan verður um limirnar, sum eru løntir eftir sáttmálanum við Vinnuhúsið, sum fara í verkfall.
Tað eru limirnir hjá Starvsfelagnum í almennu partafeløgunum, eitt nú Posta, Vága Floghavn og Føroya Tele.
- Tá ið limir felagsins eru í verkfallli ella samhugaverkfalli, hava teir altíð fingið endurgjald frá felagnum fyri tað, og verður farið í samhugaverkfall nú, verður tað einki undantak, sigur Suni Selfoss við dimma.fo.
