- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hagstovan: Føðitíttleikin fyri fyrstu ferð undir 2 børn fyri hvørja kvinnu
Føroyskar kvinnur fáa nú færri børn í miðal. Samlaði føðitíttleikin í Føroyum er fyri fyrstu ferð farin undir 2,0 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Tað skrivar Hagstovan.
Føðitíttleikin er nú 1,86 børn fyri hvørja kvinnu og líkist meira føðitíttleikanum í øðrum londum í Evropa.
Um aldarskiftið fingu føroyskar kvinnur 2,5 barn í miðal, men hetta er broytt munandi síðstu árini. Síðani 2016 er føðitíttleikin minkaður so líðandi, og í 2023 var hann fyri fyrstu ferð undir 2,0 børn fyri hvørja kvinnu.
Enn hægst føðitíttleika í Evropa
Hóast føroyski føðitíttleikin hevur verið fallandi tey síðstu árini, so er hann enn tann størsti í Evropa sambært tølum hjá evropeiska hagtalsstovninum Eurostat.
Nýggjastu tølini hjá Eurostat eru frá 2022. Føðitíttleikin er lækkaður í nógvum londum í Evropa seinastu árini.
Í Danmark var føðitíttleikin 1,55 í 2022, meðan hann var 1,67 í 2013. Í Íslandi er føðitíttleikin eisini tann lægsti higartil, har føðitíttleikin var 1,59 í 2022. Í 2013 var hann 1,93.