42 fleiri húski í Føroyum nú enn í februar

42 fleiri húski í Føroyum nú enn í februar
Tilsamans vóru 19.347 húski í Føroyum fyrst í mars mánaði, vísa tøl hjá Hagstovuni
Mynd: Hagstovan  
 
15.04.2024 - 17:23

Økingin í fólkatalinum í Føroyum sæst eisini aftur í talinum av húskum í landinum. 

Fyrst í mars vóru 19.347 húski í Føroyum, vísa tøl hjá Hagstovuni

Hetta eru 42 húski fleiri enn í februar mánaði, og síðani mars í fjør eru húskini nú 331 fleiri í tali.

 

Flestu húskini eru í Suðurstreymoy, tey eru 8.124.

Framvegis eru húskini, har bara vaksin búgva, tey flestu.

Størsti bólkurin er húski við einum vaksnum. Næststørsti bólkur eru húski við tveimum vaksnum og triðjstørsti bólkur eru húski við trimum ella fleiri vaksnum. 

Fjórðstørsti bólkurin eru so húski við tveimum vaksnum og einum barni millum null og fimm ára aldur, og vóru tey í mars tilsamans 2.082 í tali.

Sum húski verða roknaðir persónar, ið hava sama skrásetta bústað í landsfólkaskránni, og sum vaksin verða roknaðir persónar, ið eru 18 ár og eldri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109