Breið semja í Vinnunevndini um at alt av fiski skal lóggevast til lands

bannari
Breið semja í Vinnunevndini um at alt av fiski skal lóggevast til lands
Erhard Joensen (S), Árni Skaale (F), Uni Holm Johannesen (J) og Annika Olsen (T) halda, at tað ræður um at tryggja, at slógvið, ið verður lóggivið til lands, kann virðisøkjast
 
12.04.2024 - 14:01

Breið semja er í Vinnunevndini um, at landið skal skapa neyðugu karmarnar, so at ferð kemur á at virðisøkja slógvið, sum ætlanin er at lóggeva til lands.

Tað kom fram í orðaskiftinum í hesum Breddanum, tá limir í Vinnunevndini í løgtinginum kjakaðust um, hvussu tað kann tryggjast at slógvið, sum skal lóggevast til lands, verður gagnnýtt á besta hátt.

>>Breddin kann hoyrast her. 

"Fiskimálaráðið hevur pengar frá uppboðssøluni, sum eiga at vera brúktir til hetta," segði Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.  

"Landið má seta sær fyri at satsa uppá at virðisøkja fiskavørur og menna eitt umvhørvi har tað ber til," segði Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini og tingmaður fyri Sambandsflokkin.

"Vitnararstovnar mugu spæla við," sigur Árni Skaale úr Folkaflokkinum

"Pengar eru ikki nóg mikið. Har eru eisini markaforðingar, sum vit mugu fáa burtur," segði Annika Olsen úr Tjóveldi.

Breddin verður eisini stroymdur: 

>>Breddin stroyming: Orðaskifti um at lóggeva alt av fiski til lands

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109