- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur føroyameistari vann teir gomlu
Nýggjur føroyameistari vann teir gomlu
18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol er føroyameistari í talvi

FM-finalistarnir við steypum eftir spennandi finaludag á Giljanesi í gjár. Frá vinstru Høgni Egilstoft Nielsen, nýggi føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft.
Mynd: Mynd: Jóannes Guttesen.
31.03.2024 - 09:42
18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol er føroyameistari í talvi.
Í umdystinum í gjár vann hann bæði talvini móti Høgna Egilstoft Nielsen, og móti Rógva Egilstoft vann hann annað talvið og telvaði hitt javnt.
Endaliga støðan í umdystinum bleiv, at Luitjen Akselsson Apol í Havnar telvingarfelagi fekk trý og eitt hálvt stig, Høgni Egilstoft Nielsen í Sandavágs talvfelagi fekk hálvtannað stig, og Rógvi Egilstoft, eisini í Sandavágs talvfelagi, fekk eitt stig.
Síðani 2013 hava Høgni Egilstoft Nielsen, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft verið føroyameistarar í talvi.
Helgi Dam Ziska var føroyameistari í fjør, men hann var ikki við í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV