Fiskaútflutningurin vaks 173 milliónir kr

Fiskaútflutningurin vaks 173 milliónir kr
Vit útfluttu umleið 600.000 tons av fiskavørum fyri 12,6 milliardir krónur frá februar í fjør til januar í ár
Fiskaútflutningurin var 64.500 tons størri frá februar í fjør til januar í ár enn undanfarna 12 mánaða skeið. Vøksturin er 12 prosent.
Mynd: Hagstovan  
 
20.03.2024 - 14:54

Fiskaútflutningurin vaks 173 milliónir krónur frá februar í fjør til januar í ár, vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Vøksturin er 1,5 prosent samanborið við undanfarna 12 mánaða skeið. 

Vit útfluttu umleið 600.000 tons av fiskavørum fyri 12,6 milliardir krónur frá februar í fjør til januar í ár. 

 

Lýsi og fiskamjøl

Vøkstur hevur serliga verið í útflutninginum av lýsi og fiskamjøli. Útflutningurin av lýsi vaks 371 milliónir kr. og av fiskamjøli 363 milliónir.

Hinvegin minkaði laksaútflutningurin 355 milliónir kr,  ella seks prosent, tí nøgdin minkaði nærum 10.000 tons, ella 11 prosent. 

Útflutningsvirðið av lodnu meira enn tvífaldaðist, og nøgdin vaks tveir triðingar.

Útflutningsvirðið á sild vaks ein fimtapart, og nøgdin vaks ein triðing frá februar í fjør til januar í ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109