Nevndin í Pedagogfelagnum hevur skipað seg

Nevndin í Pedagogfelagnum hevur skipað seg
Bara Gunnvá Akraberg Hansen er eftir frá gomlu nevndini
Nýggja nevndin í Pedagogfelagnum. (Mynd: Pedagogfelagið)
 
11.03.2024 - 15:00

Katrin Helgadóttir er nýggj næstforkvinna í Føroya Pedagogfelag, og Beinta Klakstein er nýggjur skrivari.

Tað er grett eftir, at nývalda nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundinum 7. mars. 

Á aðalfundinum hjá felagnum 2. mars gjørdist Sanna á Løgmansbø nýggj forkvinna, tá hon vann atkvøðugreiðsluna á Jógvani Philbrow, sum hevði røkt sessin í níggju ár. 

Stór útskifting var í nevndini í Pedagogfelagnum. Bara Gunnvá Akraberg Hansen er eftir frá gomlu nevndini. Hon stóð ikki fyri vali á fundinum. 

Nevndin í Pedagogfelagnum er nú Gunnvá Akraberg Hansen, Katrin Helgadóttir, Sanna á Løgmansbø, Beinta Klakstein og Sæbjørn Johannesen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109