Skúlaleiðarar kunnu býta stórar flokkar í tvey

Skúlaleiðarar kunnu býta stórar flokkar í tvey
Formaðurin í Kommunufelagnum undrast á, at lógaruppskotið hevur verið hoyringar, áðrenn aðalorðaskiftið um fólkaskúlan hevur verið
Sambært uppskotinum fáa skúlaleiðarar heimild til at býtar flokkar í tvey, um næmingatalið fer upp um 20. (Savnsmynd)
 
20.02.2024 - 13:00

Eitt lógaruppskot, sum gevur skúlaleiðarum heimild til at býta flokkar í tvey, um fleiri enn 20 næmingar eru í flokkinum, hevur longu verið til hoyringar.

Tað undrar Tórbjørn Jacobsen, formann í Kommunufelagnum, at uppskotið kemur, áðrenn aðalorðaskiftið um fólkaskúlan hevur verið:

 

20022024_Torbjorn_1

 

Tórbjørn Jacobsen er formaður í Kommunufelagnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tað fer at seta stór krøv til karmarnar úti í kommununum, at flokkarnir vera minni, sigur Tórbjørn Jacobsen:

 

20022024_Torbjorn_2

 

Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgtingið hevur í dag aðalorðaskifti um fólkaskúlan.

Ein av áhoyrarunum í løgtinginum er Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum: 

 

20022024_Jacob_Eli

 

Fólkaskúlin var evnið í Breddanum fyrrapartin.

Regin Marnersson, stjóri á Skúlanum á Fløtum, Anbritt Toftegaard, skúlastjóri á Giljanesi, og Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík, skiftu orð í útvarpsstovuni.

Sí videobrot úr Breddanum her:

 

FOLKASKULIN_SKULALEIDARAR_

 

Allur Breddin í útvarpinum kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087