Pál skal samskipa føroyska antidoping arbeiðið

Pál skal samskipa føroyska antidoping arbeiðið
Navnframi svimjarin, Pál Vitalis Joensen, skal samskipa føroyska antidoping arbeiðið, sum skal tryggja reinan ítrótt í Føroyum
Pál Vitalis Joensen var í nógv ár Føroya fremsta ítróttafólk
 
19.02.2024 - 08:25

Navnframi svimjarin úr Vági, Pál Vitalis Joensen, skal nú standa á odda fyri arbeiðnum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum.

Hann avloysir Jarvin Feilberg Hansen sum samskipari í Antidoping Føroyum, sum hevur eftirlit við og arbeiðir fyri, at doping ikki fer fram í føroyskum ítrótti, skrivar Ítróttasamband Føroya.

Tað eru seks eftirlitsfólk knýtt at virkseminum, og Pál Vitalis Joensen fer frameftir at samskipa arbeiðið við eftirlitsroyndum, kunning og samskifti.

 

Persónligar royndir

Pál Vitalis Joensen var í fleiri ár Føroya fremsta ítróttafólk. Vágbingurin kappaðist á Olympisku leikunum í London í 2012 og fýra ár seinni var hann eisini við í Rio de Janeiro.

Hann hevur tí sjálvur upplivað yrkisítróttaumhvørvi, har íðkarar viðhvørt fara yvir um mark fyri at vinna.

 - Á míni ítróttarleið havi eg tíverri upplivað, at ítróttin ikki altíð er rein og rættvís. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri teimum, sum arbeiða fyri at halda ítróttina dopingfría. Tí eri eg sera glaður fyri møguleikan til at geva mítt íkast til antidopingarbeiðið, sigur Pál Vitalis Joensen um nýggja starvið.

Jónas Tór Næs, forfólk í Antitopingstýrinum, fegnast um nýggja samskiparan. 

 - Vit í Antidoping Føroyum eru ómetaliga glað fyri at hava fingið Pál við umborð og gleða okkum til at arbeiða fyri einum reinum, heiðurligum og dopingfríum ítrótti saman við honum. Samstundis vilja vit nýta høvi at takka Jarvin Feilberg Hansen fyri hansara stóra arbeiði á økinum, sigur hann.

Uppgávurnar hjá Antidoping Føroyum eru at taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum, at melda og leggja fram mál um doping, at kunna um doping, at taka lut í altjóða arbeiði fyri at fyribyrgja doping og at ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri økið.

SÍ EISINI: Við til dopingeftirlit

Antidoping Føroyar hevur tætt samstarv við Antidoping Danmark. Pál Vitalis Joensen tók við starvinum 15. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981