Tórur aftur danmarksmeistari í trístøkki

Tórur aftur danmarksmeistari í trístøkki
Tórur Mortensen vardi sítt DM-heiti í trístøkki og er innandurameistari fyri fjórðu ferð. Hann tykist vera komin fyri seg aftur eftir fleiri skaðar
Tórur Mortensen hevur nú vunnið DM í trístøkki fýra ferðir
 
18.02.2024 - 17:18

Tórur Mortensen er aftur danskur meistari í trístøkki.

Um vikuskiftið vardi íðkarin úr danska felagnum, Aarhus 1900, sítt innadura meistaraheitið, sum hann nú hevur vunnið fýra ferðir, skrivar Hvirlan.fo.

Besta lopið hjá føroyinginum var 14,89 metrar. Í longdarlopi endaði Tórur Mortensen á fimta plássi við persónligum meti upp á 7,23 metrar. Bæði lopini høvdu givið honum gull á Oyggjaleikunum í Guernsey síðsta summar.

 

Klárur aftur

Tórur Mortensen hevur drigist nógv við skaðar síðstu árini, men tykist vera komin fyri seg aftur.

Síðsta vikuskiftið kappaðist hann um NM, og hóast hann var varin og nýtti stutt renningarlop upp á 10 fet, leyp hann 15,05 metrar. Hetta er bert 20 sentimetrar frá hansara føroyska meti. 

Kappinging um norðurlendsku meistaraheitini er kortini harðari enn DM, og lopið hjá Tóri Mortensen, sum umboðaði felagsliðið hjá dønum og íslendingum, rakk til eitt fimta pláss.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109