Eingin skjóting í Orknoyggjunum

Eingin skjóting í Orknoyggjunum
Fyri fyrstu ferð verður skjóting ikki á Oyggjaleikaskránni. Tað hevur Skjótisamband Føroya fingið at vita frá fyriskiparunum í Orknoyggjunum
Skot fyri bógvin: Eingin skjóting verður á Oyggjaleikunum í Orknoyggjunum
 
08.02.2024 - 10:50

Skjóting verður ikki partur av Oyggjaleikaskránni í Orknoyggjunum næsta summar.

Tað hevur Skjótisambandið fingið at vita frá fyriskiparunum.

Síðan Oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985, hevur skjóting verið við á hvørja ferð, og hetta er tískil fyrstu ferð í oyggjaleikasøguni, at skjóting ikki er á skránni.

 - Vit harmast sera nógv um hesa avgerð, tí okkara íðkarar hava staðið seg sera væl seinastu leikirnar, umframt at fráboðanin kemur so seint, tí vit hava brúkt fitt av tíð, at lagt til rættis nýggjan úttøkuleist til leikirnar í 2025, skrivar Skjótisambandið.

 - Hóast hetta er ein hvøkkur fyri føroyska ítróttarskjóting, bróta vit upp ermar, spýta í lógvarnar og eru klár at skipa fyri skjóting aftur í 2027, tá Oyggjaleikirnir koma heim aftur til Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109