- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frælsur ítróttur, hondbóltur ella ríðing fær stjørnuskotið 2023
Frælsur ítróttur, hondbóltur ella ríðing fær Ítróttastjørnuskotið 2023, sum ÍSF letur.
Rennarin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivsson Isaksen, hondbóltsúrmælingarnir á U19 landsliðnum hjá monnum og stórtalentið innan reiðítróttin, Rakel Brattalíð Tindskarð, eru í uppskotið til stjørnuskotið 2023.
Evropameistarin
18 ára gamli rennarin, Jónas Gunnleivsson Isaksen, hevði eitt sera gott 2023. Á Oyggjaleikunum í Guernsey í summar vann hann á bæði 200 og 400 metra renning. Stutt eftir gjørdi hann ikki mætari enn at vinna U20-EM á 400 metrum bert 17 ára gamal við nýggjum norðurlendskum juniormeti.
Altjóða gjøgnumbrot
Í 2023 vann Rakel Brattalíð Tindskarð sær av álvara altjóða gjøgnumbrot innan reiðítrótt, tá hon kappaðist altjóða í greinini T1 fyri ung (U21) á hestinum Silas Wom Worstwald. Úrslitini vóru sera góð – og tað eru evnini hjá Rakel eisini.
Fyrsta stóra altjóða kappingin var sonevnda »Icehorse« í Herning í apríl. Rakel og Silas gjørdu bart og vunnu greitt. Í juli luttóku tey í DM, har tey aftur vunnu gull og vundu burturúr allari mótstøðu. Síðani gekk leiðin til HM, og hóast hetta var teirra fyrsta roynd, megnaðu Rakel og Silas at ríða seg til silvur í finaluni fyri ung.
Vunnu á Týsklandi og Svøríki
Føroysku U19-hondbóltsmenninir vunnu á millum annað stórtjóðunum, Svøríki og Týsklandi, áðrenn teir vórðu útslidnir úr HM í Kroatia í fjórðingsfinaluni.
Liðið sýnir ein skjótan og framfýsnan spælstíl, viljin er óboyggiligur og vinnaraandin er eyðsýndur, og avrik og úrslit hjá U-19 liðnum í 2023 hava tryggjað teimum eitt fimtapláss á styrkilistanum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.