Talgilt koyrikort eftir páskir

Talgilt koyrikort eftir páskir
Nú vera royndir gjørdar við nýggju koyrikortsfunkuni á fartelefonini
Koyrikortið verður talgilt, men tað verður ikki partur av Vanganum. (Savnsmynd)
 
01.03.2023 - 17:45

Talgilda koyrkortið verður væntandi tøkt eftir páskir.

 Tað upplýsir Durita Hansen, samskiftisfólk fyri Talgildu Føroyum.

Talgilda koyrikortið verður tó ikki partur av Vanganum, tí tað skal vera skjótt og ómakaleyst at vísa koyrikortið, tá ið tørvur er á tí.

 

Gera royndir

Fríggjadagin verður farið at gera royndir við talgilda koyrikortinum. Talan er um royndir við avmarkaðum tali av luttakarum, sum skulu royna talgildu koyrikortsfunkuna á fartelefonini.

Verður tú tikin við ongum koyrikorti, er sektin 700 krónur.

 Ferðslulógin sigur greitt, at bilførarar skulu vísa fysiska koyrikortið, tá ið politiið biður um tað. Men ein broyting í grein 18 í ferðslulógini fer at loyva fólki at brúka talgilt koyrikort í staðin.

 

Munandi lættari

- Vit gleðast um at vera komin so langt við verkætlanini, sum vónandi fer at gera tað munandi lættari hjá bilførarum, sum stundum gloyma koyrikortið eftir við hús, sigur Durita Hansen, samskiftisfólk fyri Talgildu Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109