Gistingar: Besti januar higartil

Gistingar: Besti januar higartil
Knapt 7.700 gistinætur vóru á einum av gistingarhúsunum í januar
800 fólk fleiri gistu á gistingarhúsum í januar enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 11 prosent. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2023 - 10:48

Januar gjørdist besti januar mánaður hjá gistingarhúsunum higartil. 

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni yvir gistingar.

Knapt 7.700 gistinætur vóru á einum av gistingarhúsunum í januar. 

Tað eru sløk 800 fólk fleiri enn samanborið við januar 2022. Vøksturin er 11 prosent. 

Gistinætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista á gistingarhúsum.

Føroyingar áttu 48 prosent av øllum gistináttunum, meðan ferðafólk úr Danmark og ferðafólk úr øðrum londum áttu ávikavist 31 og 21 prosent.

Hóast januar hilnaðist betur enn onnur ár, so vóru nógv tóm kømur á gistingarhúsunum, tí bara 24 prosent av kømrunum vóru brúkt í januar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109