Størri tørvur á samstarvi í ríkisfelagsskapinum

Størri tørvur á samstarvi í ríkisfelagsskapinum
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sigur, at kríggið í Ukraina krevur tættari samstarv
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.02.2023 - 14:58

Kríggið í Ukraina hevur við sær, at størri tørvur er á samstarvi í ríkisfelagsskapinum.

Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við grønlendska kringvarpið, KNR. 

Hann er í hesum døgum í Grønlandi á altjóða ráðstevnuni við enska heitinum EU Arctic Forum.

Út við 200 fólk eru við á ráðstevnuni, har eitt av høvuðsevnunum er, hvussu samstarvið millum ES og Arktis kann styrkjast.

Við KNR sigur Lars Løkke Rasmussen, at í ljósinum av krígnum í Ukraina hevur danska stjórnin eitt stórt ynski um, at samstarvið í ríkisfelagsskapinum verður upp aftur tættari.

 

Partur av somu familju

- Tað hevur týdning at hava tætt samband, tí vit eru partur av somu familju, nevniliga ríkisfelagsskapinum. Eg veit væl, at tað eru ymsar meiningar um tað, og tað havi eg fulla virðing fyri. Men so leingi vit hava hesa skipanina saman, eiga vit eisini at dyrka hana, sigur Lars Løkke Rasmussen við KNR.

Í farna mánaði segði forsætisráðharrin Mette Frederiksen, at ríkisfelagsskapurin stendur á gáttini til eitt nýtt uttanríkispolitiskt tíðarskeið. Eitt tíðarskeið við nýggjum avbjóðingum, sum krevja tættari og álitismiklari samstarv millum Danmark, Grønland og Føroyar.

Í KNR endurtekur Lars Løkke Rasmussen hendan boðskapin:

- Vit noyðast at leggja størri orku í Arktis fyri at ansa eftir okkum sjálvum. Fyri meg hevur tað týdning, at tá vit taka hesi stigini, taka vit tey í opnum dialogi við Grønland, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792