Matvøruprísirnir hækkaðir 10 prosent

Matvøruprísirnir hækkaðir 10 prosent
Brúkaraprístalið er hækkað 8,8 prosent seinasta árið, og tað eru serliga matvøruprísirnir, sum ávirka prístalið
Matvøruprísirnir eru nógv hækkaðir, og teir eru høvuðsorsøkin til hækkingina í brúkaraprístalinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
19.10.2022 - 13:26

Prísvøksturin er tann størsti í 40 ár.

Tað sigur Hagstovan.

Seinasta árið er brúkaraprístalið hækkað 8,8 prosent

Serliga eru tað matvøruprísirnir, sum eru hækkaðir, og teir eru høvuðsorsøkin til broytingina í prístalinum, sigur Birita Mortansdóttir, hagfrøðingur á Hagstovuni.

 

Birita Mortansdóttir er hagfrøðingur á Hagstovuni.

 

Brúkaraprístalið er miðaltal, sum vísir útreiðslurnar hjá føroysku húsarhaldunum.

Hetta er størsti árligi vøkstur í brúkaraprístalinum síðani fyrst í áttatiárunum. Í 1982 var prísvøksturin 10,6 prosent.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19102022_Prisvokstur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109