Hagstovan fær játtan til fleiri hagtøl um ferðavinnu

Hagstovan fær játtan til fleiri hagtøl um ferðavinnu
800.000 kr. eru til hetta í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023
Hagstovan skal kanna, hvørjir partar í ferðavinnuni løna seg best, hvussu nøgd ferðafólkini eru, sum koma til Føroya, hvar í landinum ferðafólkini brúka pening.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.10.2022 - 08:38

Hagstovan fær næsta ár pengar til at gera fleiri hagtøl um ferðavinnuna.

800.000 kr. eru til hetta í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023.

Kannast skal, hvørjir partar í ferðavinnuni løna seg best, hvussu nøgd ferðafólkini eru, sum koma til Føroya, hvar í landinum ferðafólkini brúka pening, og hvussu atferðin er hjá ferðafólkum úr ymiskum londum.

Nýggja játtanin til hagtøl verður til Hagstovuna at menna og reka skipanina TSA, Tourism Sattelite Account. 

Við hesi skipan vera føroysku hagtølini gjørd eftir føstum altjóða leisti, so gongdin í okkara ferðavinnu kann berast beinleiðis saman við gongdina í ferðavinnuni í øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109