- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan í Sjóvinnuhúsið og Setrið á Frælsið
Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjár avtaluna við Mentamálaráðið um at selja landinum tey 40 prosentini, sum Tórshavnar kommuna eigur í Venjingarskúlanum, og, at kommunan keypir gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum.
Samstundis gerst kommunan leys av einum gávulyfti, sum Tórshavnar býráð í 1990 gav Fróðskaparsetrinum um at lata lendi, 50.000 fermetrar, til Fróðskaparsetur í Marknagili
Avtalan ruddar slóð fyri, at landið nú kann flyta Fróðskaparsetrið á Frælsið, gera kampus har.
Tórshavnar kommuna keypir gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum.
Øll fyrisitingin í Sjóvinnuhúsið
Mentamálaráðið skal rinda Tórshavnar kommunu slakar tvær milliónir krónur, sum er munurin millum virðið á ognunum á Frælsinum og í Hoydølum.
Og Fróðskaparsetrið fær 4,2 mió. kr. í endurgjaldi fyri at flyta úr Sjóvinnuhúsinum á Frælsið í seinasta lagi við árslok 2024, nú Fróðskaparsetrið skal út haðani í ótíð.
Hetta er fyri íløgur, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt í Sjóvinnuhúsinum.
Tórshavnar kommuna ætlar at flyta alla sína fyrisiting í Sjóvinnuhúsið.
Tórshavnar kommuna selur landinum tey 40 prosentini, sum kommunan eigur í Venjingarskúlanum.
Verdur 80 mió. kr.
Tann parturin av Venjingarskúlanum, sum landið og Tórshavnar kommuna eiga saman, er verdur slakar 80 mió. kr.
Tað hevur ein meklari mett í summar.
Tórshavnar kommuna eigur 40 prosent, so hennara partur er slakar 32 mió. kr. Haraftrat eigur kommunan eina lon á Frælsinum, sum er mett til 13 mió. kr.
Studentaskúlabygningurin í Hoydølum er sambært metingini 32,5 mió. kr. verdur. Lonirnar í Hoydølum eru virðismettar til 4,5 mió. kr.
Har eru í dag dagstovnur og serskúlatilboð hjá Tórshavnar kommunu.
Lonirnar hava tíðaravmarkað loyvi frá Yvirfriðingarnevndini at standa á lendinum í Hoydølum til ársskiftið 2023/24.