- Tíðindi, mentan og ítróttur
Staðfesti dóm um at hótta starvsfólk eftir lívinum
Staðfesti dóm um at hótta starvsfólk eftir lívinum
Maðurin, sum er í hálvtrýssunum, fekk seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
07.09.2022 - 11:14
Eystari landsrættur hevur staðfest dómin, sum ein maður fekk í Føroya rætti fyri at hótta alment sett starvsfólk eftir lívinum.
Maðurin, sum er í hálvtrýssunum, fekk seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Fólkini, sum arbeiða hvørt á sínum almennum stovni, fingu hóttanirnar í telduboðum og á sosialum miðlum.
Ákæruvaldið kravdi júst seks mánaða fongulsrevsing.
Níggju ákærur vóru í málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV