Lív og Jónas best umtóktu barnanøvnini

Lív og Jónas best umtóktu barnanøvnini
Í fjør fingu sjey gentur navnið Lív, og 10 dreingir fingu navnið Jónas
Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini til gentur og dreingir í fjør.
Mynd: Hagstovan  
 
01.09.2022 - 15:25

Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini til gentur og dreingir, sum vóru fødd í fjør, skrivar Hagstovan.

Av 10 teimum best umtóktu nøvnunum í fjør, eru Lív og Jónas tey einastu, sum eisini vóru millum 10 tey best umtóktu fyri 20 árum síðani.

Av teimum børnunum, sum vóru fødd í fjør, fingu sjey gentur navnið Lív, meðan 10 dreingir fingu navnið Jónas.

Í 2001, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina, var Lív nummar níggju á listanum yvir best umtóktu gentunøvn, meðan Jónas var nummar fimm. Hetta er fyrstu ferð, at Lív er ovast á listanum, meðan Jónas hevur verið best umtókta dreingjanavn heilar tíggju ferðir. 

 

Nóa og Julia

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Nóa, Gilli, Jógvan, Markus, Adrian og Bragi. Hjá gentum vóru tað nøvnini Julia, Emma, Isabella, Nora, Ria og Sólja. 

Lív var tað einasta gentunavnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu nøvnini bæði í fjør og fyri 20 árum síðani. Tá vóru nøvnini Ronja, Vár, Helena og Rebekka ovast á listanum. 

Av dreingjanøvnunum var Jónas tað einasta navnið, sum var millum 10 tey best umtóktu bæði í 2021 og í 2001. Tá vóru nøvn sum Jákup, Hanus, Rói og Dánjal best umtókt. 

Fleiri nøvn eru løgd aftrat síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam hjá dreingjum og Brá, Vón og Ria hjá gentum, skrivar Hagstovan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV