Útflutningurin vaks 1,4 milliardir fyrra hálvár

Útflutningurin vaks 1,4 milliardir fyrra hálvár
Laksurin umboðar umleið helvtina av øllum útflutninginum, og fyrra hálvár vaks útflutningsvirðið á laksi 565 mió. kr.
Fyrra hálvár var útflutt fyri 2,6 milliardir krónur av laksi, og tað svarar til 46 prosent av samlaða útflutninginum.
 
19.08.2022 - 14:48

Útflutningurin fyrra hálvár var 5,6 milliardir krónur. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn somu tíð í fjør.

Av teimum 5,6 milliardunum, sum Hagstovan ger upp, eru 5,3 milliardir útflutningur av fiskavørum.

Útflutningurin av laksi hevur eitt virði, ið er næstan helvtin av øllum útflutninginum. Fyrra hálvár var útflutt fyri 2,6 milliardir krónur av laksi, og tað svarar til 46 prosent av samlaða útflutninginum, soleiðis sum Hagstovan ger útflutningin upp.

 

Virðið hækkað 565 mió. kr. 

Virðið á laksaútflutninginum er hækkað 565 milliónur krónur ella 28 prosent fyrra hálvár. Nøgdin av laksi, sum er flutt út, er minkað 6.000 tonss, ella 16%. Tað merkir, at prísurin hevur verið sera góðum fyrra hálvár.

Útflutningurin av makreli er eisini vaksin nógv fyrra hálvár. Vøksturin er 257 milliónur krónur ella 251 prosent. Hetta kemst av, at makrelkvotan var fiskað seinni í fjør, enn vanligt er, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er eisini vaksið nógv. Mest fyri hýsu, 71 prosent, og minst fyri upsa, har vøksturin er 38 prosent. Tilsamans var útflutt fyri 986 milliónir av hesum trimum fiskasløgunum.

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109