- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava innflutt brennievni fyri meira enn eina milliard í ár
Innflutningurin fyrra hálvár í ár er vaksin 1,5 milliardir krónur sammett við fyrra hálvár 2021. Tá eru skip og flogfør tikin við. Vøksturin har er ein hálv milliard, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Tilsamans er innflutt fyri 5,8 milliardir krónur fyrra hálvár.
Tað er serliga innflutningurin av brennievni, ið er nógv vaksin. Hann er vaksin hálva milliard, úr 561 milliónum upp í 1 milliard og 61 milliónir. Vøksturin er 89 prosent.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, har vøksturin er 43 prosent.
Vinnan hevur eisini innflutt meira til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu. Her er vøksturin ávikavist 31 prosent og 30 prosent.