- Tíðindi, mentan og ítróttur
Níggju prosent meira útgoldið í lønum
Føroyingar fingu útgoldið 79 milliónir krónur meira í løn í juni samanborið við juni í fjør.
Í juni vórðu 947 milliónir krónur útgoldnar í lønum, í juni í fjør var talið 868 milliónir krónur.
Vøksturin svarar til níggju prosent, vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.
Lønargjaldingarnar vuksu spakuliga aftur á heystið 2020, men tær hava ikki havt somu ferð sum undan koronu.
Nú eru ábendingar um, at vøksturin vindur uppá seg og hevur somu ferð, sum áðrenn korona varð staðfest í Føroyum.
Tað eru framvegis menninir, ið fáa útgoldið tann størsta partin av lønunum í Føroyum.
Í juni fingu menninir útgoldið 576 milliónir krónur í lønum, kvinnurnar fingu útgoldið 371 milliónir.
Hetta svarar til, at menninir fingu útgoldið 61 prosent av lønunum og kvinnurnar 36 prosent, sambært Hagstovuni.