Føroyar ikki við aftur á listanum hjá Time Magazine

Føroyar ikki við aftur á listanum hjá Time Magazine
Føroyar eru ikki við á listanum hjá Time Magazine við teimum hálvthundrað bestu støðunum í heiminum at ferðast til.
 
14.07.2022 - 10:06

Føroyar eru ikki við á listanum hjá Time Magazine við teimum hálvthundrað bestu støðunum í heiminum at ferðast til. Men Grønland er aftur við í ár.

Time Magazine mælir fólki til at fara til næst størsta býin í Grønlandi, Ilulissat.

Keypmannahavn er eisini á listanum hjá Time Magazine.

Í fjør vóru Føroyar á listanum, men tá vóru 100 støð á listanum. Nuuk og Odense vóru eisini við í fjør, og tey eru heldur ikki við í ár. 

Tey, sum lata tíðindi til Time Magazine, koma við uppskotum um bestu støð í heiminum.

Hetta er fjórða árið, at amerikanska tíðarritið ger slíkan lista.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109