Bara heilsufakfólk skulu fremja vakurleikaskurðviðgerðir í Norðurlondum

Bara heilsufakfólk skulu fremja vakurleikaskurðviðgerðir í Norðurlondum
Nevndin fyri vælferð í Norðurlondaráðnum mælir stjórnum í Norðurlondum til at herða lóggávuna, so tað bara eru faklærd á heilsuøkinum, sum kunnu gera vakurleikaskurðviðgerðir.
 
05.07.2022 - 10:53

- Vakurleikaskurðviðgerðir verða framdar fleiri staðni í Norðurlondum, uttan at rætti heilsufakligi førleikin ger skurðviðgerðina, og tað kann vera vandamikið fyri sjúklingin. Tí skal hetta steðgast, sigur Eva Lindh, forkvinna í norðurlendsku vælferðarnevndini.

Nevndin mælir til at kanna og samskipa reglur og lógir fyri vakurleika-innspræningar og onnur kirurgisk inntriv, so at bara fakfólk á heilsuøkinum kunnu gera hesar skurðviðgerðir. Endamálið er at tryggja sjúklingar.

Uppskotið varð samtykt á norðurlandaráðsfundi fyri vælferð mikudagin.

Ymisk lóggáva

Lóggávan fyri vakurleikaskurðviðgerðir er ymisk í Norðurlondum. Og í fleiri Norðurlondum hava myndugleikarnir ikki eftirlit við, hvør ger hesar skurðviðgerðir, skrivar norden.org.

Í Finnlandi fæst botox bara við resept, og læknar ella heilsustarvsfólk við serligum førleikum skulu spræna tað inn, men aðrar heilsuskurðviðgerðir krevja ikki somu førleikar.

Í Svøríki hava myndugleikarnir nýliga sett krøv um, at vakurleikaviðgerðir skulu skrásetast, og bara læknar, tannlækar og sjúkrarøktarfrøðingar við serligum loyvi kunnu gera tað. 

Í Noregi eru linari krøv. Har kunnu starvsfólk, sum hoyra til ein fakbólk á heilsuøkinum, geva innspræning.

Hvussu tað er í Føroyum, er óvist, tí tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, ella frá Heilsumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109