Vit brúka mest tilfar fyri hvønn íbúgva

Vit brúka mest tilfar fyri hvønn íbúgva
Tilfarið í føroyska búskapinum umfatar bæði innflutning ella beinleiðis útflutning úr náttúruni
Nógv tilfar er farið í m.a. havnarútbyggingina í Havn.
Mynd: Hagstovan  
 
24.06.2022 - 11:11

Føroyar eru tað landið í Evropa, sum brúkar mest tilfar fyri hvønn íbúgva.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Tilfarið í føroyska búskapinum umfatar bæði innflutning ella beinleiðis útflutning úr náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, og tað, sum er eftir, verður brúkt í búskapinum.

Tilfar, sum kemur beinleiðis úr náttúruni, er t.d. veiddur fiskur, grót og gras. Fyri ikki at telja sama tilfar við fleiri ferðir, verða eitt nú seyður og alifiskur ikki tikin við, tí hesi brúka innflutt tilfar og tilfeingi, sigur Hagstovan.

 

Lívmegn - biomassi

Mest tilfarið, sum verður tikið úr náttúruni, er lívmegn, ella biomassi.

Í 2020 vóru 700.000 tons av lívmegni, biomassa, tikin úr náttúruni. Tað fevnir um fiskiveiðu, nakað av stráfóðuri og biti hjá seyði. 

232.000 tons vóru innflutt. Tað eru m.a. matvørur, fóður og timbur.

517.000 tons av livmegni vóru útflutt, og sostatt vóru 416.000 tons brúkt í búskapinum.

 

 

Sandur og grót

Næststørsti bólkur er ikki-metalkend mineral, meginparturin er grót.  

Í 2020 vóru 482.000 tons av ikki-metalkendum mineralum tikin úr náttúruni, og 561.000 vóru innflutt. Innflutningurin er fyri tað mesta sandur og grót.

Nærum einki verður útflutt, so góð 1.000 tons vóru brúkt í búskapinum. 

Meginparturin av lívrunnum brennievni verður innflutt, eitt nú bensin og brenniolja. 

 

 

 

Sí meira um hagtølini her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109