- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin um revsitiltøk móti Russlandi komin í gildi
Lógin um revsitiltøk móti Russlandi komin í gildi
Revsitiltøkini verða ásett í kunngerð, sum nú verður gjørd í Uttanríkisráðnum

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur nú fingið heimild at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi. Lógin kom í gildi á midnátt.
18.05.2022 - 08:42
Lógin um revsitiltøkini móti Russlandi kom í gildi á midnátt.
Lógin var lýst í gjár og kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Løgtingið samtykti einmælt lógina, men ikki uppskotið, sum kom úr Uttanríkismálaráðnum.
Meirilutin í Uttanlandsnevndini broytti uppskotið.
Nú skal landsstýrismaðurin hava heimild frá løgtinginum, um hann ætlar at gera revsitiltøk, sum kunnu ávirka fiskiveiðusamstarvið hjá Føroyum.
Ásett verður í kunngerð, hvørji revsitiltøkini vera. Tann kunngerðin ella tær kunngerðirnar vera nú gjørdar í Uttanríkismálaráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV