Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin fyri í tinginum

Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin fyri í tinginum
Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum, um at hækka pensjónsaldurin, so fáa tey, sum eru fødd eftir 31. mars 1972, ikki fólkapensjón fyrr enn tey eru 70 ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2025 - 09:51

Uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin er fyrst á skránni fyri tingfundin, sum byrjaði klokkan  9.30.

Sambært uppskotinum fáa tey, sum eru fødd eftir 31. mars 1972, ikki fólkapensjón fyrr enn tey eru 70 ár.

Fyrsta hækkingin í pensjónsaldrinum var 1. juli í fjør. 

Tá fór aldurin upp í 67 og hálvt ár hjá teimum, sum eru fødd í tíðarskeiðinum 1. juli í 1957 til 31. desember í 1962.

1. juli í 2030 fer aldurin upp í 68 ár hjá teimum, sum eru fødd í tíðarskeiðinum 1. januar 1963 til 31. desember 1966.

Síðani fer hann so líðandi upp, í átta stigum, til hann endar á 70 árum 1. januar 2043. 

Tingfundurin í dag byrjar klokkan hálvgum tíggju.

 

FYLG VIÐ: Orðaskiftið sæst á Tingvarpinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878