Linjuføringin til Sands betri í kostnyttu greining

Linjuføringin til Sands betri í kostnyttu greining
Kostnyttugreining hjá Landsverk vísir, at linjuføringin har Suðuroyartunnilin kemur upp norðanfyri Sandsbygd er frægari enn hin, har hann kemur upp á Skarvanesi.
 
14.03.2025 - 18:31

Um vit samanbera linjuføringarnar, har Suðuroyartunnilin kemur upp á Skarvanes ella norðanfyri Sands bygd, í eini kostnyttugreining, so er linjuføringin norðanfyri Sandsbygd tann frægara. Tað sigur Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur og greinari á Landsverki. Teitur Samuelsen, stjóri í Tunnilsfelagnum, sigur, at Skarvanes-loysnin er hin besta við atlit til, jarðfrøði, trygd og kostna. 

 

Men hjá Landsverki vísa tey á, at ikki alt er tikið við í núverandi uppskoti, har tunnilin kemur upp á Skarvanesi. Millum annað eru tað kostnyttu metingar, sum taka atlit til brúkaraágóðan ikki roknaðar við í nóg stóran mun. Sambært útrokningum hjá Brandi Sjúrðarsyni eru tað 6 kilometrar færri at koyra, um tunnilin kemur upp á Sandi. At koyra frá Sandvík til Havnar hevði so tikið góðar 40 minuttir í mun til teir 45 minuttirnir, hann metur tað fer at taka, um tunnilin kemur upp á Skarvanesi. 

 

Eisini hevur Norconsult, vegna Tunnilsfelagið, skrivað í nýggjari váðameting, at antin skal tunnilin hava trygdarrúm fyri hvønn 500 metur, ella skulu døgnmannaðar brannstøðir vera 5 minuttir frá hvørjum tunnilsmunna. Báðar loysnir kunnu kosta nógv og tað eigur at verða tikið við í viðgerina av uppskotinum av Suðuroyartunnilinum. 

 

1732149

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109