
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Íleggingargrunnurin verður ikki tikin av

Johnny í Grótinum, formaðurin í Búskaparráðnum, hevur sagt, at landsstýrið tekur Íleggingargrunnin av við at taka alt fæið úr grunninum til útbygging av Vága Floghavn og ætlaða Suðuroyartunnilin.
Hesum vísri Aksel V. Johannesen, løgmaður, aftur. Pengar koma aftur í Íleggingargrunnin, og grunnurin fer eisini at virka í framtíðini, staðfestir løgmaður.
Í dag var 1. viðgerð av lógaruppskotið um at broyta lóggávuna um Íleggingargrunnin.
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum (Mynd: Bárður Lydersen)
Skal fíggja almennar verkætlanir
Íleggingargrunnurin kom á føroyskar hendur í januar í ár, og endamálið við grunninum er, at fíggja størri almennar verkætlanir.
Í Íleggingargrunninum eru 700 milliónir krónur, og ætlanin við lógaruppskotinum er, at helvtin av fænum skal nýtast til at fíggja nýggja terminalin í Vága Floghavn, og hin helvtin, at fíggja møguligan Suðuroyartunnil.Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, heldur, at við hesum uppskotinum avmonterar grunnin, og hesum tekur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, undir við.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er ósamdur.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Bárður á Steig Nielsen tekur tó undir við at grunnurin skal fíggja umráðandi íløgur, um fylt verður í aftur grunnurin.