Teistin tekniskan feil

Teistin tekniskan feil
Teistin hevur tekniskt brek og varð tí tikin úr sigling og Erla Kongsdóttir hevur tí røkt siglingina á leið 90 í dag
 
14.03.2025 - 18:27

Teistin var í dag tikin úr sigling á Nólsoyarleiðini, og Erla Kongsdóttir hevur tí røkt siglingina á leið 90 í dag.

Niels Jørgin Nielsen, rakstrarleiðari á Strandferðaskipum Landsins, sigur, at Teistin var til eitt bráðfengiseftirlit í gjár, og tað var í samband við hetta eftirlitið, at ein tekniskur feilur varð funnin.

Ætlanin var, at Teistin skuldi koma aftur í sigling nú klokkan 18, men rakstrarleiðarin sigur nú, at Teistin kemur ikki í sigling í dag.

Niels Jørgin Nielsen, rakstrarleiðari á Strandferðaskipum Landsins, vónar, at Teistin aftur kann reka siglingina á leið 90 í morgin. 

 

1732158

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050