NATO-aðalskrivarin eigur at muta ímóti hertøku av Grønlandi

NATO-aðalskrivarin eigur at muta ímóti hertøku av Grønlandi
Danskir politikarar eru í øðini inn á NATO-aðalskrivaran, tí hann ikki mutaði ímóti, tá Donald Trump tosaði um at hertaka Grønland á tíðindafundi í gjárkvøldið
14.03.2025 - 14:29

Á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjár, segði Donald Trump, amerikanskur forseti, at tað er eitt gott hugskot at hertaka Grønland.

Trump vildi heldur ikki úthýsa møguleikan fyri, at tað hendir.

Hetta hendi alt, meðan NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte, sum var á vitjan, sat undir liðini á Trump. 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Píniligt

Í dag eru danskir politikarar í øðini inn á Mark Rutte, at hann ikki segði Trump ímóti. 

Inger Støjberg, forkvinna í Danmarksdemokratunum, heldur, at tað er ótrúliga veikt av NATO-aðalskrivaranum. 

"Vit eru partur av NATO, og mann væntar, at NATO-aðalskrivarin í einari sovorðnar støðu sigur Trump ímóti," sigur hon við DR.dk

Karsten Hønge, framsøgufólk í málum um Grønland hjá SF, ristir á høvdinum. 

"Tað var píniligt. Tað er ikki haldbart, at NATO-aðalskrivarin situr við hendrunum í føvninginumm, hyggur niður og nærmast líkist einari umbering fyri seg sjálvan, tá tosað verður um at leypa á eitt annað NATO-land."


Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

NATO er í parti við Danmark

Martin Lidegaard, politiskur leiðari í Radikale Venstre, er meira diplomatiskur. 

"Eg skilji væl, at ovasti leiðarin hjá NATO ikki ynskir ein almennan orðadrátt við amerikanska forsetan um málið."

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen frá Moderatunum, ivast ikki, at NATO er í parti við Darnmark. 

"Mann kann ikki hertaka eitt sameint land, ella nøkur okkur lond. Tað er í stríð við mannarættin. Tað er púra greitt."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878