Anna Falkenberg bjóðar seg fram sum næstforfólk Sambandsfloksins

Anna Falkenberg bjóðar seg fram sum næstforfólk Sambandsfloksins
Anna Falkenberg, fólkatingslimur, stillar uppp til valið sum næstforfólk í Sambandsflokkinum. Men hon vil tó ikki vátta, um hon ætlar at fara upp í føroyskan politikk
 
14.03.2025 - 19:03

Sambandflokkurin hevur landsfund í Salti í Ørðavíkarlíð í morgin. Eftir skránni skal landsfundurin velja formann og næstformann í landsfelagi Sambandsfloksins. 

Bárður á Steig Nielsen er formaður og Helgi Abrahamsen er næstformaður í Sambandsflokkinum. Eingin stillar upp í móti formanninum, men Helgi Abrahamsen fær ein avbjóðara, og tað er Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin. 

Skipanin er tann, at tey, sum sita í hesum sessum, skulu ítøkiliga boða frá, um tey ikki stilla uppaftur, og tað hevur Helgi Abrahamsen ikki gjørt.

Tveir nevndarlimir í Føroya val, sum er valfelagið í Suðurstreymoy, hava skotið upp at velja Onnu Falkenberg til næstforfólk. Fólkatingslimurin hevur játtað at vera valevni.

Tá útvarpið spyr hana, um tað er eitt tekin um, at hon verður á listanum hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtingsval, er svarið, at tað vil hon hvørki vátta alla avsanna.

Hon sigur, at tað er avtalað í flokkinum, at einki verður sagt, fyrr enn eftir næstformansvalið í morgin.

Anna Falkenberg fekk nógv flest atkvøður á sambandslistanum á fólkatingsvalinum í 2022. Hon fekk 2971 atkvøður. Næstur henni var Johan Dahl, sum fekk 784 atkvøður.

Fólkatingslimurin stilaði uppp til løgtngsvalini í 2015 og 2019, tá ávikavist 38 og 167 veljarar settu kross við navn hennara. 

Landsfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju í morgin.

Gestarøðari er Troels Lund-Poulsen, danskur verjumálaráðharri og formaður í flokkinum Venstre.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948