
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samtak: Uppskot um at hækka pensjónsaldurin als ikki nøktandi
Samtak: Uppskot um at hækka pensjónsaldurin als ikki nøktandi
Arbeiðarafeløgini eru alt annað enn fegin um, at samgongan hevur lagt uppskot fyri tingið at hækka pensjónsaldurin til 70 ár

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
14.03.2025 - 14:13
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, heldur ikki at uppskotið um at hækka pensjónsaldurin, sum hevur verið til fyrstu viðger í løgtinginum í dag, er nøktandi.
Man heldur eigur at bøta um skipanir, sigur hon.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Uppskotið ásetir, at løgtingið í 2030 skal taka støðu til pensjónsaldurin galdandi frá í fyrsta lagi 1. januar 2043, og at avgerðin skal verða grundað á gongdina í livialdrinum, og haldførisútlitini í føroyska búskapinum.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrisfólk í almanna- og mentamálum, tekur undir við Sonju, at tað skal bøtast um skipanir.
Tá hendan samgongan varð skipað, var eitt av málunum at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV