- Tíðindi, mentan og ítróttur
Familjufyrisitingin: Ikki strangari at fáa viðgerð fyri barnloysi

Í løtuni er eingin føroysk lóg í samband við eftirgjørdan gitnað - kunstiga ísáðing, og málið um og hvussu danska lógin á hesum økinum skal setast í gildi í Føroyum, varð umrøtt á tingfundi gjár.
Millum annað inniber broytingar í lógaruppskotinum, at Heilsustarvsfólk skal meta um tey, ið ynskja viðgerð, eru før fyri at verða foreldur, og um ivi er, skal málið til familjufyrisitingina, ið skal gera eina førleikakanning.
Kærustovnurin spyr í hoyringsvari eftir neyvari ásetingum, bæði um hvussu ivi skal staðsetast av heilsustarvsfólki, og hvussu metingin skal fara fram. Kærustovnurin viðmerkir, at soleiðis sum tað verður lýst í lógaruppskotinum, so kann tað tykjast sum um, at tað verður strangari at fáa viðgerð.
Familjufyrisitingin hevur játtað at umsita ábyrgdarøkið, og Monica Hjelm Rasmussen, stjóri í familjufyrisitingini sigur, at út frá tí tey vita, verður henda kanningin ikki gjørd strangari.
Hóast tað í síðsta enda ikki er Familjufyrisitingin, ið skal avgerða ásetingarnar í lógini, so metir Monica Hjelm Rasmussen, at tá ivi skal staðsetast, so verður tað bert í nøkrum heilt serligum førum, um vandi er við trivnaðinum hjá barninum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða: