Hava innflutt fyri 10 milliardir seinasta árið

Hava innflutt fyri 10 milliardir seinasta árið
Høgi oljuprísurin sæst aftur í tølunum, tí innflutningurin av brennievni er vaksin 570 milliónir kr.
Innflutningurin seinasta árið vaks 1,8 millardir kr., og tað er met, sigur Hagstovan.
 
06.05.2022 - 08:34

Innflutningurin hjá føroyingum er komin upp á 10 milliardir krónur um árið.

Frá apríl 2021 til mars 2022 vaks innflutningurin 1,8 mia. kr., og tað er met, sigur Hagstovan.

Høgi oljuprísurin sæst aftur í innflutningstølunum. 

Innflutta brennievnið kostaði 63 prosent meira frá apríl í fjør til mars í ár enn undanfarna ár. Talan er 570 milliónir krónur meira.

Brennievni vóru innflutt fyri slaka hálvaaðru milliard. 

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er bara vaksin 45 milliónir krónur, 2,4 prosent. 

Maskinur, útgerð og tilfar til havbúnað, landbúnað, fiskavirking og aðra framleiðslu blivu innflutt fyri slaka milliard meira. Vøksturin er 26 prosent.

Men innflutningurin av byggitilfari var bara 37 milliónir krónur størri, 4,5 prosent

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114