Nógvir ósvaraðir spurningar um Suðuroyartunnilin

Nógvir ósvaraðir spurningar um Suðuroyartunnilin
Samgongan í Rættarnevndini heldur ikki, at ein lógaruppskot eigur at vera tað fyrsta, sum verður gjørt
Meirilutin í Rættarnevndini sigur, at tunlar aðrastaðni verða gjørdir við heilt øðrum amboðum enn teimum, sum hava verið brúkt í Føroyum.
 
04.05.2022 - 08:19

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Tjóðveldi um at fáa landsstýrið at fyrireika og leggja fyri løgtingið øll neyðug lógaruppskot um undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Í álitinum hjá Rættarnevndini sigur meirilutin, at hann tekur undir við, at fyrireikandi arbeiðið heldur fram.

Men hann ásannar samstundis, at enn eru sera nógvir ósvaraðir spurningar í sambandi við verkætlanina.

Hann heldur tí ikki, at eitt lógaruppskot eigur at vera tað fyrsta, sum verður gjørt. 

 

Brúka onnur amboð

Meirilutin sigur, at Rættarnevndin hevur fingið at vita, at tunlar onkrastaðni verða gjørdir við heilt øðrum amboðum enn teimum, sum higartil hava verið brúkt í Føroyum.

Hetta kann gera, at talan verður um ein heilt annan kostnað og eina heilt aðra byggitíð.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sigur, at flokkarnir høvdu fund um Suðuroyartunnilin fyrst í apríl.

Væntandi verður fundur aftur fyri summarfrítíðina, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087