- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kostar 144 mió. kr. at umvæla Venjingarskúlan
Kostar 144 mió. kr. at umvæla Venjingarskúlan
Landið hevur ikki fingið Venjingarskúlan enn frá Tórshavnar kommunu

Ábøtur skulu gerast á Venjingarskúlan, um hann skal hýsa Fróðskaparsetrinum.
04.05.2022 - 08:36
Tað fer at kosta 144 mió. kr. at umvæla Venjingarskúlan, so hann kann hýsa Fróðskaparsetrinum.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um kampuss á Frælsinum.
Jenis av Rana sigur, at fyri at Venjingarskúlin skal kunna hýsa Fróðskaparsetrinum, krevjast ábøtur, sum leysliga eru mettar at kosta 144 mió.kr., sum verða býttar millum seks ár.
Men leiguútreiðslur, sum Fróðskaparsetrið hevur nú, verða spardar, tá Fróðskaparsetrið flytur í Venjingarskúlan.
Landið hevur ikki fingið Venjingarskúlan enn frá Tórshavnar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV