- Tíðindi, mentan og ítróttur
Níggju milliónir til Koltursætlanina
Níggju milliónir til Koltursætlanina
Áhugi er hjá donskum grunnum, men teir seta sum treyt, at eisini føroysk fígging er við

Ætlanin er, at verkætlanin um Koltur byrjar næsta ár, og at landið játtar tríggjar milliónir um árið áruni 2023-2025.
03.05.2022 - 09:03
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um loyvi at lata Koltursætlanini hjá Tjóðsavninum níggju milliónir krónur.
Treytin fyri fíggingini úr landskassanum er, at Tjóðsavnið fær uttanhýsis fígging til Koltursætlanina, sum er mett at kosta 65 mió. kr.
Áhugi er hjá donskum grunnum, men teir seta sum treyt, at eisini føroysk fígging er við.
Higartil hevur ikki eydnast Tjóðsavninum at finna fígging til Koltursætlanina hjá grunnum og fyritøkum í Føroyum.
Ætlanin er, at verkætlanin um Koltur byrjar næsta ár, og at landið játtar tríggjar milliónir um árið áruni 2023-2025.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV