
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanlandsnevndin viðger revsitiltøk í dag

Uttanlandsnevndin viðger í dag lógaruppskotið um at fáa heimild at seta í verk revsitiltøk móti Russlandi.
Uttanlandsnevndin hevur gjørt nógvar innkallingar, og fundurin byrjaði longu kl 7.50 í morgun.
Millum teirra, sum hava fingið fundarboð, eru Felagið Peningarstovnar, Reiðarafelagið, og Arbeiðsgevarafelagið.
Landsstýrismenninir í fíggjarmálum, fiskivinnumálum og uttanríkismálum eru eisini innkallaðir.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur í stuttari viðmerking, at hann veit ikki í løtuni, um nevndin fer at gera broytingar í uppskotinum.
Hann sigur tó, at tað er avgerandi at fáa heimildina nú, fyri at kunna halda lyftið um at seta í verk revsitiltøk, sum eru lík teimum hjá ES móti Russlandi, Hvítarusslandi og ukrainsku økjunum, Donetsk og Luhansk, sum ukrainska stjórnin ikki hevur valdið á.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, er farin at ótolnast eftir álitinum frá Bill Justinussen og hinum í Uttanlandsnevndini um revsitiltøk móti Russland. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)