Korona ávirkaði søluna seinasta ársfjórðing í fjør

Korona ávirkaði søluna seinasta ársfjórðing í fjør
Verri møguleikar at ferðast uttanlands í 2020 øktu søluna í Føroyum, men linkaðar koronuavmarkingar í fjør sóust aftur í smásøluni
Sølan av klæðum og fótbúnaði vaks 29 prosent frá triðja til fjórða ársfjórðing í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.
 
31.03.2022 - 08:33

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni fyri smásølu vísir, at korona sæst aftur í tølunum fyri seinasta ársfjórðing í fjør.

Eins og vanligt hækkar samlaða sølan frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing. Eitt nú vaks sølan av klæðum og fótbúnaði 29 prosent frá triðja til fjórða ársfjórðing.

Men samanbera vit søluna í fjórða ársfjórðingi í 2020 við fjórða ársfjórðing í fjør, sæst, at sølan í øllum vørubólkum í smásølu er minkað.

 

Skerdir ferðamøguleikar

Hagstovan sigur, at orsøkin er helst, at korona hevði við sær, at møguleikarnir at ferðast uttanlands fjórða ársfjórðing í 2020 vóru skerdir.

Skerdu møguleikarnir at keypa uttanlands høvdu so aftur við sær, at innanlands sølan vaks fjórða ársfjórðing í 2020 samanborið við somu tíðarskeið undanfarin ár.

Sum árið í fjør leið, vóru nógvar koronuavmarkingar linkaðar, og tí kann hetta aftur hava ávirkað, hvar føroyingar hava brúka pengar, skrivar Hagstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109