- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til asfaltverk, hjálparpakka og Landssjúkrahúsið

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram uppskot um eykajáttan, sum verður mett at geva 8,8 milliónir kr. í halli.
Sjey milliónir krónur skulu brúkast til at endurnýggja Asfalt- og skervverkið hjá Landsverki. Upphæddin verður fíggjað við størri inntøkum av virkseminum hjá Landsverki í ár, sigur Fíggjarmálaráðið.
Skotið verður upp at játta 2,1 millión kr. til hjálparpakkar til vinnufyritøkur og 600.000 kr. til listafólk í sambandi við koronu. Kostnaðurin at umsita hjálparpakkarnar verður mettur til 100.000 kr.
Játtanin til koronukanningar í ár er longu brúkt, tí nógv smitta var fyrstu seks, sjey vikurnar av árinum.
Biðið verður tí um seks milliónir kr. í eykajáttan, so vanliga virksemið á Landssjúkrahúsinum ikki verður rakt, tað sum er eftir av árinum, og til koronudeildina, so hon fær virkað fyrra hálvár.