Størri undirtøka fyri ES-limaskapi í Noregi

Størri undirtøka fyri ES-limaskapi í Noregi
1.000 fólk fingu spurningin um norskan ES-limaskap í dag. Av teimum spurdu siga 37 prosent ja til ES-limaskap. Tað eru 10 prosentstig fleiri enn í eini líknandi kanning í 2023
Mynd: Shutterstock.com  
 
13.03.2025 - 09:01

Undirtøkan fyri ES-limaskapi í Noregi er væl størri í dag enn hon var fyri tveimum árum síðan.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum Norstat hevur gjørt fyri NRK.

1.000 fólk fingu spurningin, hvat tey høvdu valt, um fólkaatkvøða var um norskan ES-limaskap í dag. Av teimum spurdu siga 37 prosent ja til ES-limaskap. Tað eru 10 prosentstig fleiri enn í eini líknandi kanning í 2023.


Mynd: Shutterstock.com

 

43 prosent siga nei til, at Noreg skal upp í ES. 18 prosent vita ikki, og 2 prosent siga, at tey høvdu ikki atkvøtt.

Í 1972, tá Danmark og Bretland fóru upp í EEC, var eisini fólkaatkvøða í Noregi. Tá søgdu 46,5 prosent ja og 53,5 prosent nei til limaskap. 

Meir enn 20 ár seinni, í 1994, var aftur fólkaatkvøða um norskan ES-limaskap. Tá søgdu 47,8 prosent ja og 52,2 prosent nei.

Hildið verður, at ótrygga heimspolitiska støðan eigur ein stóran part av orsøkini til, at tað nú eru so nógv fleiri, sum eru fyri norskum ES-limaskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653