- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir fundir í Arktiska ráðnum
Eingir fundir í Arktiska ráðnum
Orsakað av russisku innrásini í Ukraina verða eingir fundir í Arktiska ráðnum fyribils

Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, uttanfyri russisku sendistovuna í Keypmannahavn
Mynd: Thomas Sjørup/Ritzau Scanpix
05.03.2022 - 10:43
Fyribils vera eingir fundir í Arktiska ráðnum.
Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina, upplýsir danska uttanríkisráðið.
Russland hevur formansskapin í Arktiska ráðnum.
- Óprovokeraða álopið hjá Putin á Ukraina fær eisini avleiðingar fyri samstarvið í Arktiska ráðnum, har Russland í løtuni hevur formansskapið, sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, við grønlendsku heimasíðuna Sermitsiaq.gl.
- Í tøttum samstarvi við Føroyar og Grønland, er Danmark og hini seks limalondini í Arktiska ráðnum - tó ikki Russland, vorðin samd um, at hava pausu í arbeiðnum í eina tíð og eingir fundir verða heldur, sigur Kofod við Sermitsiaq.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV